Í gjár var heilsusjúkrasisturin á vitjan. Hon vigaði okkum og nú vigar Uni 6,1 kg og Rógvi 6,25 kg, so vit hava tykið yvir 1 kg uppá, uppá ein mánað. Hon kannaði um vit dugdu at fylgja leiku við eygunum tá hon flutti tað frá síðu til síðu og um vit royndu at taka tað tá hon koyrdi tað ímóti hondini og tað gjørdu vit:o) Vit eru byrjaðir at gera blørur við munninum allatíðina og tá vit liggja á gólvinum lyfta vit rumpuna upp, so vit flyta okkum. Hon Helt at vit vóru blivnir so stórir og raskir:o) Hon kemur at vitja okkum aftur um ein mánað ( tá eru vit 5½ mánað gamlir) og tá skal hon tosa við mammu og babba um at vit skjótt skullu byrja at eta. Vit skullu nemliga byrja seinni at eta enn vanlig børn, tí vit eru ov týðiliga føddir.

her sæst tað ordiliga hvussu nógv vit hava tyki oppá. Tjálkarnir eru ordiliga stórir:o) og lekra bleytir!

Uni, ein ordiligur sjeikur í kolli. Líka sum langabbi í Hvalba altíð var í:o)

og Rógvi. Mamma heldur vit eru so fittir í kolli:o)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar