So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

fredag den 27. november 2009

Í Føroyum:o)

Nú eru vit endiliga í Føroyum aftur og tað er ordiliga deiligt. Her er altíð onkur sum tímir at undirhalda okkum. Tað hava verið nógv fólk og vitja okkum. Trinomma hevur verið her og hon helt at vit vóru blivnir so stórir. Tá vit komu úr flogfarinum vóru Heini, Sjúrður, Rói, Vilhelm, Pauli gubbi, Hjalti gubbi og Unnomma eftir okkum.


Uni er akkurát liðugur at fáa at eta.


Í kvøld sat Rógvi og spældi Gekk við abba:o)


Tað hevur verið so deiligt veður her heima, ordiligt trilliveður. Nú kunnu vit eisini sova úti, tað skullu vit líka venja okkum við, men tað gongur rætta vegin:o)

Her liggja vit og spæla á gólvinum í Kastrup. Vit vóoru sjálvsagt seinkaði. Annars gekk túrurin gott. Uni var spinnandi óður tá vit komu inn í flogfarið, men sovnaði áðrenn vit fóru uppfrá. Mamma hevði vænta at hon kundi fáa kóka vatn frá flogternunum tá vit komu umborð, men so var ikki, so Uni fekk kalt fløskuvatn í fløskuna (fyri fyrstu ferð) og tað hjálpti onki.

Rúna moste, Annika og Halla moste og vit báðir:o) Vit hava havt vitjan av teimum í fimm dagar. Tá høvdu tær næstan tømt H&M og IKEA, so tað var tíð at fara heim aftur;o)







Ingen kommentarer:

Send en kommentar