So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

lørdag den 28. november 2009

Sleepover:o)

Í kvøld sova mamma og vit báðir hjá Rúnu moste og Hjalta gubba. Vit hava ordiliga hugna okkum. Sjúrður og Rói hava spælt við okkum, og vit smíla næstan allatíðina til teir.


Uni og Rúna moste. Her er Uni reinur aftaná eitt deiligt bað og klárur at fara í lulluna.


Moste roksar við Una:o)




Rógvi so fínur í spiderman hándklæði:o)


Vit vóru í bað við Sjúrði og Róa. Fyrstu ferð at vit hava verið í einum ordiligum bæðikæri. Man kundi næstan svimja, so stórt tað var. Og kava, tað kundi man í hvørfall. Tað prøvaði Uni! ja, tað kann vera eitt sindur farligt at vera í bað við tveimum stórum kúllum:o)


Eru vit ikki fittir:o) Sjúrður dugdi so væl at ansa væl eftir Rógva.


So lekkurt!


Hjalti gubbi og Uni:o)


Rói roskast við Rógva og hann heldir at tað er so stuttligt:o)


Omma og abbi eiga eina so fína heingjukoyggju sum vit royndu í dag. Har lógu vit gott:o)


Uni og Rógvi:o)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar