So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

søndag den 20. december 2009

Gleðilig Jól


Rógvi og Uni:o)

Her er ein lítil jólaheilsan frá okkum báðum. Vit eru heima í Føroyum í jólaferiu, sum tit nokk hava lisið. Vit gleða okkum til okkara fyrstu jól. Tey fara vit at halda hjá Trinommu. Heidi gumma, Tótleiv gubbi, Kaj, Sámal, Tóroddur, Bogi gubbi, langomma og lang abbi vera eisini har. Tað fer at vera ordiliga hugnaligt:o)

Vit ynskja øllum tykkum sum fylgja við á okkara bloggið eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Nógv av tykkum fara vit nokk at síggja yvir jólini, men tey sum halda jólini uttanlanda, máa hava tað ordiliga gott.

Annika, Jan, Steffan og Johan. Vit gleða okkum at koma at vitja tykkum aftur.

Pauli gubbi, tú mást hava tað gott úti á sjónum. Tín jólagáva liggur og bíðar til tú kemur heim aftur.

Herbert, Turið og Hallur. Túsund takk fyri tað flotta jólakortið.


Rógvi, babba, mamma og Uni


Mamma, Uni, Rógvi og babba
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar