Og seinni í so bleiv Rógvi soo illa fyri, hann fór at gráta og græt í næstan ein tíma. Onki hjálpti, mamma prøvaði at sita og hoppa við beiggja á bóltinum og hon sang men onki batti.
So fór babba at leita eftir feburstokkinum og hann vísti at Rógvi hevði 38gradirs febur. Tá mamma endiliga fekk sissa Rógva fekk babba hann og har sovnaði hann eina løtu.
Seinni á kvøldinum kom betur lag á. Men tá tað var songartíð vildi hann ikki at lulla tí hann hevði sovi, so hann slapp at sita uppi hjá babba.
Hóðast skili inni, so var ikki so galið uttanfyri. Tað kavaði meir og her síggjast kavaflykrurnar, so tað sær út til at Jóladagarnir verða hvítir.


Ingen kommentarer:
Send en kommentar