So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

torsdag den 28. januar 2010

Appilsiiiiin :o)

Hey aftur. Nú mugu vit heldur leggja nakrar myndir út á bloggin, so tit ikki gloyma hvussu vit síggja út:o) Her í kbh er stilt og friðarligt og tað hendir ikki tað stóra. Mánadagin høvdu vit vitjan av nógvum øðrum børnum og mammum, øll føroysk:o) Hettar var fyrstu ferð vit sóðu tey, men koma at síggja nógv meira til tey í framtíðini, tí mamma er farin í ein nýggjan føroyskan mammubólk. Mamma helt tað var so hugnaligt.

Týsdagin hevði Rógvi febur, men tíbetur gekk tað skjótt yvir. Mikudag var hann frískur aftur:o)

Annars so vaksa og mennast vit fyri hvønn dag. Mamma og babba vita ikki hvat vit viga nú, so tað verður spennandi tá heilsusjúkrasisturin kemur. Tá orka tey nokk ikki so væl at halda bismaravektini til at viga okkum:o) Tá mamma skuldi læta Rógva í boddystok í morgun kundi hon næstan ikki knappa allar trýggjar knapparnar tí tað bleyv so stramt um lørini og hetta var ein boddystokkur í str. 74! Lørini eru so lekkur og bleyt:o) Vit koma meir og meir runt á gólvinum og í dag kláraði Uni at hála seg eitt sindur fram og Rógvi vendi sær frá búkinum til ryggin 2 ferðir. Jubbiiii endiliga!!!!!

Men... vit tíma enn ikki at brúka okkkara tíð uppá at sova dagin burtur. Vit vakna eftir 30-45 min og eru klárvaknir. Mamma og babba royna at fáa okkum at sova aftur, men tað er burturspilt arbeiði. So tilsamans sova vit kanska einar 2 tímar um dagin hvør. Tá man ikki svevur um dagin, ja, so er man troyttur um kvøldi og tað síðstu tíðina hava vit verði raskir at leggja okkum uttan ov nógvan grát. Men Rógvi hevur verið eitt sindur kúllasligur tey síðstu kvøldini. Vit krossa fingrar fyri at tað vendist aftur til tað betra.


Her situr Rógvi og drekkur vatn, ella rættari sagt prutlar í vatnið. Hann er ein verri kúllur. Hann tímir ikki at drekka vatn, so antin prutlar hann í tað ella verður hann spinnandi illur tá hann sær at koppurin kemur.


Í dag royndu vit fyri fyrstu ferð appilsin og tað var eitt hitt! Uni græt sum stungin tá babba tók appilsinbátin frá honum. Nú eta vit alt møguligt. Fyrrapart eta vit havragreyt, á døgura eta vit breyð við livurpálegg og um kvøldi eta vit eplamos, gularót, brokkoli við toski, makrel ella kjøtbollum aftrat.


Her er tað so Rógvi ið nýtir at eta appilsin:o)

Ja, tit kunnu nokk lesa at nú fyri tíðina er tað Rógvi sum er tann størri kúllurin, bæði tá tað kemur til at sova, eta og annað. Men av royndum so vita vit at hetta nokk bert er ein tíð og so er tað Uni sum er tann størri kúllurin aftur:o)
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar