Í dag hava vit fingið nógvan mat vit ikki hava roynt áður. Í morgun fingu vit havragreyt við fruktmos, tað dámdi okkum væl. Í kvøld fingu vit eplamos við fiski, gularót og brokkoli í og tomatsós til. Vit hava eti eplamos við gularót í eina tíð og vit eru ikki so villir við tí, so mamma hugsaði at vit kanska fóru at dáma beturi um tað smakkaði av meira. Men, nei! Uni át eitt sindur, men Rógvi helt ikki at hatta smakkaði væl og snerktið hvørja ferð hann fekk í munnin. Til endans bleyv hann spinnandi illur. Aftaná settu mamma og babba seg at eta og vit fingu eitt sindur av brokkoli í hondina. Tá stóð ikki á. Alt fór beint í mussan og onki grenj. So royndu tey at geva okkum fisk og tað gleyð eisini niðurum akkurát sum onki. So hattar vísir nokk at vit tíma beturi at eta tá mamma og babba eisini eta, men tað er ikki altíð at teirra matur er klárur tá vit eru svangir. Og tá vit eru svangir skullu vit hava at eta HER OG NÙ!

Uni vísur góðan borskikk:o)

Vit eru einigir í at tað er soleiðis man etur:o)

Nú er Rógvi troyttur, men tað verður man tá man vaknar kl. 06 og ikki svevur meira en 45 min. um dagin.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar