Uni og Rógvi hava verið eitt sindur forkølaðir í nækrar dagar, men í gjárkvøldi bleiv Uni ordiliga trongur og hásur. Babba ringdi til vaktarlæknan, sum lurtaði eftir hansara andadrátti gjøgnum telefonina og segði at vit skuldu fara út á sjúkrahúsið við honum. Fríða gumma var so fitt at koyra mammu og Una. Babba mátti vera heima hjá Rógva, sum lág og svav. Á sjúkrahúsinum kom ein fitt sjúkrasystur at hyggja eftir honum. Hon helt eisini at hann var eitt sindur trongur og segði at Uni hevði gott av at fáa kalda luft, so mamma og Fríða gumma sótu inni á sjúkrahússtovuni og fristu, Uni var væl ílætin so hann fristi ikki:o) So setti hon eitt tól á bibbuna sum mátaði hvussu Uni iltaði blóði. Har var onki problem:o) Hon tók feburin, og har var heldur onki. So bleyv hann vigaður og vigar nú 8,5 kg, so hann er væl í holdum:o) Sum tit síggja á myndini, so fekk hann eina masku við onkrum sum skuldi taka hevilsi í hálsinum. Uni var so raskur at fáa masku og raskur í heila tyki. Hann var so troyttur, men grenjaði ikki. Læknin gav okkum medisin heim við, sum hann skal taka í trýggjar dagar, og so hopa vit at tað skjótt verður beturi. Tá vit komu heim aftur snork svav Uni, men tá var kl. eisini 02.
Í morgun tá Rógvi vaknaði, sá babba at hann hevði fingið betendilsi í eyga, so nú fær hann dropar fyri tað.
Seiðnapartin sá mamma at Uni hevði fingið eina tonn:o) Hon er á hansara høgru síðu í undirmunninum, tað er nokkso skeg tí tað er speglvent av Rógva:o)

Ein raskur og troyttur drongur
Ingen kommentarer:
Send en kommentar