So gamlir eru vit

Lilypie Fourth Birthday tickers Lilypie First Birthday tickers

lørdag den 13. februar 2010

Vit stríðast og strevast!

Her er hent so nógv uppá so stutta tíð! Vit báðir duga nú at rulla frá rygg til búk og Uni dugir eisini mótsattan veg. Rógvi hevur gjørt tað, men hevur gloymt tað aftur:o) Fyri tíðina stríðist Uni við at hála seg fram og Rógvi stríðist við at koma uppá øll 4. Uni sum longi hevur verið tann friðarligari, prátar nú allatíðina. Hann sigur da-da-da, ba-ba-ba og ma-ma-ma. Rógvi prátar enn ofta við hansara grovmaltu rødd, tað ljóðar so skeg. Í kvøld tá vit vóru í tokinum, prátaði Rógvi soleiðis og ein maður bleyv við at venda sær og flenna. Hann helt nokk ikki at eitt baby kundi siga so:o) Vit eru eisini so raskir at eta og vit duga eisini at hjálpa til at halda koppinum tá vit drekka.


Í morgun lógu vit so so fittir í songini og tað endaði við at Uni lág omaná Rógva


Her liggur Rógvi og roynir at koma uppá knøðini og tað eydnaðist eisini:o)


Uni hevur funnið okkurt:o)
Posted by Picasa

Ingen kommentarer:

Send en kommentar